Oljureinsiverk í Russlandi í ljósum loga

Oljureinsiverk í Russlandi í ljósum loga
Ukraina hevur aftur lopið á Ilsky-reinsiverkið við dronum
Ilsky-oljureinsiverkið stendur í ljósum loga.
Mynd: Almenna ukrainska tíðindastovan  
 
10.07.2026 - 10:44

Ilsky-oljureinsiverkið í Krasnodar-økinum í Suðurrusslandi stendur ljósum loga eftir ukrainsk dronuálop í nátt.

Ukraina hevur fleiri ferðir lopið á Ilsky-reinsiverkið við dronum.

Oljureinsiverkið reinsar til útflutning, og framleiðsluorkan er árliga 6,6 milliónir tons av olju - ella umleið 133.000 tunnur um dagin.

Eldur er eisini í oljugoymslum í eini havn í russiska Rostov-økinum orsakað av dronuálopum, upplýsir guvernørurin í økinum.

 

Bann fyri at útflyta diesel

Hetta kemur sera illa við hjá russiskum myndugleikum, sum í gjár settu bann fyri at útflyta diesel. 

Bannið er galdandi til 31. juli, og er ein roynd at fáa tamarhald á kreppuni, nú trot er á brennievni í landinum. 

Fleiri landspartar í Russlandi boða frá, at trot er á brennievni. 

- Kreppan er íkomin eftir at Ukraina seinastu tíðina hevur hert síni álop á russiskt orkuundirstøðukervi, segði Aleksandr Novak, varaforsætisráðharri, á stjórnafundi við Valimir Putin, forseta, í fyrradagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926