Evropa frá grønum til grátt

Evropa frá grønum til grátt
Sendirøðin "Oyggjar undir trýsti" í útvarpinum viðger spurningin, um ov nógv náttúra verður mist í Føroyum av útbyggingum. Í Evropa er sami spurningur á breddanum
Mynd: Uni Arge  
 
10.07.2026 - 11:39

Fjølmiðlar í 10 evropeiskum londum kannaðu frá 2018 til 2023, hvussu skjótt frí náttúra og landbúnaðarjørð í Evropa má lúta fyri nýbyggingum.

Kanningararbeiðið hjá miðlum sum Le Monde, The Guardian og NRK í Norra varð gjørt við fylgisveinamyndum.

Tað vísir, at í fimm ár hvarv eitt grønt øki líka stórt sum Kýpros í Evropa.

 

Turkaland ger seg mest inn á náttúruna

Landið, sum ger seg mest inn á náttúru og landbúnaðarjørð í fermetrum, er Turkaland, og landið, sum mett eftir fólkatalinum tekur flest grøn øki til bygging, er Noreg.

Undir yvirskriftini ”Evropa frá grønum til grátt” – ella Evropa frá gróðri til asfalt og betong – løgdu teir 10 evropeisku fjølmiðlarnir síni granskingarúrslit fram í oktober 2025.

Teir staðfestu, at hvørt ár verða 1.500 ferkilometrar av náttúru og bøi – eitt øki størri enn Føroyar – tiknir til bygging. Tað er nógv meira enn fyrr hildið.

 

Marglætisverkætlanir

Sambært teimum 10 fjølmiðlunum má náttúran lúta fyri byggiverkætlanum av alskyns slagi. T.d. varð eitt stórt skógarøki í Portugal oytt til frama fyri ein golfvøll og marglætisbústaðir.

Í Fraklandi hvarv eitt stórt skógarøki, tí eitt nýtt baðiland varð bygt, og í Turkalandi varð ein stór vík løgd undir betong, tí har skuldi gerast ein skipasmiðja til marglætisskip.

Í Týsklandi vórðu ein hálv millión trø feld, tí Tesla bygdi eina stóra verksmiðju har, og á griksku oynni, Korfu, varð eitt stórt náttúruøki tikið, tí eitt 5-stjørnað hotell skuldi byggjast á tí.

Fylgisveinamyndir vísa eisini, at í Bulgaria hvarv eitt stórt skógarøki til frama fyri 834.000 sólpanel. Hendan orkuloysnin, ið vanliga verður rópt grøn, kostaði sostatt náttúruni dýrt.

Eisini verða nú bygdar risastórar goymsluhallir kring um í Evropa. Hallirnar verða nýttar til pakkaflutning, sum hevur vundið nógv upp á seg seinnu árini, m.a. við fyritøkuni Amazon.

 

Hvat: Oyggjar undir trýsti
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Hoyr fyrsta part av fýra her:

1820268

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523