Føroyingur í ráðgevandi toymi fyri veðurlagsgransking

Føroyingur í ráðgevandi toymi fyri veðurlagsgransking
Karin Margretha H. Larsen er limur í Nationalt Center for Klimaforskning, NCKF
Karin Margretha H. Larsen er havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni.
 
05.02.2024 - 14:02

Karin Margretha H. Larsen er vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking, upplýsir Havstovan.

Tað er Nationalt Center for Klimaforskning, NCKF, sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut, DMI sum hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. 

Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er altso Karin Margretha H. Larsen,  sum er havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni.

 

Granska og miðla

NCKF, sum varð stovnað í januar 2020, hevur til endamáls at granska og miðla vitan um veðurlagsbroytingar og avleiðingar fyri menniskju og náttúru í ríkisfelagsskapinum. NCKF virkar eisini sum stuðul undir arbeiðinum hjá DMI sum veðurlagsráðgevi hjá donsku stjórnini. 

Granskingin hjá NCKF fevnir víða og er serliga um veðurlagsvitan til tað danska samfelagið og evnir, sum hava týdning fyri ríkisfelagsskapin, gransking í polarum viðurskiftum og globalum veðurlagsmodellum.

 

Sita í tvey ár

 Nýggja toymið er valt fyri tvey ár, og teir 17 limirnir hava serliga vitan innan veðurlagsbroytingar. Toymið skal kunna um tað, sum rørir seg í samfelagnum, og um avbjóðingar og tørv.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523