Partabrøvini í Smyril Line verða ikki seld á hesum sinni

Partabrøvini í Smyril Line verða ikki seld á hesum sinni
Nakrir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð upp á partabrøvini
Landsstýrið fekk einki boð upp á partabrøvini, sum landið eigur í Smyril Line.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.02.2024 - 14:16

Partabrøvini, sum landið eigur í P.f. Smyril Line, verða ikki seld á hesum sinni.

Tað boðar Løgmansskrivstovan frá. 

Í vár fekk løgmaður heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line.

Faroe Law, Numo og Kamaradvokaturin, Poul Schmith, vunnu útboðið hjá Løgmansskrivstovuni um at standa fyri søluni.

 

Farmaskipini Mykines og Glyvursnes hjá Smyril Line, sum nú hava fingið eyðkendan lit. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

79 milliónir

Landið eigur 16,2 prosent í Smyril Line, og Fíggjarmálaráðið væntaði sambært fíggjarlógini í 2023 at fáa 79 milliónir krónur fyri partabrøvini.

Tilgongdin er nú komin at enda, og niðurstøðan er, at eingin søla verður á hesum sinni av partabrøvunum, sum landið eigur í P/F Smyril Line.

Nakrir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð upp á partabrøvini.

Landsstýrið fer í næstum at taka støðu til, hvat víðari skal henda við partabrøvunum, sigur Løgmansskrivstovan.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595