Rúsa seg við øðrum enn rúsdrekka

Rúsa seg við øðrum enn rúsdrekka
Erling Fles, sálarfrøðingur, heldur fyrilestur í Skálavík í kvøld
Erling Fles, sálarfrøðingur.
 
14.02.2024 - 13:20

- Tey ungu í dag rúsa seg meira við øðrum rúsevnum enn rúsdrekka. 

Tað sigur Erling Fles, sálarfrøðingur, sum heldur fyrilestur í Skálavík í kvøld um, hvørji eyðkenni tú skalt vera varug við, tá talan er um misnýtslu av rúsevnum.

Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarfólkum amboð at hjálpa ungum, sum eru bundin av rúsevnum. 

Hoyr samrøðu við Erling Fles í útvarpstíðindunum: 

 

14022024_Erling_Fles

 

Fyrilesturin hjá Erlingi Fles verður í missiónshúsinum á Skálavík í kvøld klokkan 19, og hann er ókeypis.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688