Vilja hava fjarhitaútbyggingar góðkendar hvør sær

Vilja hava fjarhitaútbyggingar góðkendar hvør sær
Brúkarafelagið "Skynsamur fjarhiti" leggur Fjarhitafelagið undir at niðurskriva ov nógv fyri at halda prísinum uppi
Eigarafeløgini fata Fjarhitafelagið sum eitt afturlatið land, sum ikki samskiftir við sínar brúkarar, ella svarar spurningum. (Savnsmynd)
 
14.02.2024 - 13:00

Nýggja elveitingarlógin eigur at hava eina áseting um, at útbyggingar í fjarhitanetinum seinastu árini skulu góðkennast hvør sær.

"Felagið hevði ein skynsaman rakstur, men seinastu árini er skuldin vaksin, og óskynsamar íløgur áleggja brúkarunum ein alt ov dýran prís."

Tað sigur brúkarafelagið "Skynsamur fjarhiti" í hoyringarskrivi um broytingar í elveitingarlógini.

"Skynsamur fjarhiti" leggur Fjarhitafelagið undir at niðurskriva ov nógv fyri at halda prísinum uppi. 

Hoyr innslag:

 

14022024_Fjarhiti

 

Eigarafeløgini, sum eru í brúkarafelagnum Skynsamur fjarhiti, eru:  Eigarafelagið Millum Gilja, Eigarafelagið við Myllutjørn, Eigarafelagið Hoyvíkshædd, Eigarafelagið í Maritugøtu, Eigarafelagið undir Kongavarða, Eystan Kongavarða, Oman Gil, Jørundargøta/Torskilsgøta, Lítlagil, Inni á Gøtu, Blómubrekka, Eystan Gil, Berjabrekka 1 og Berjabrekka 2

Vit fáa viðmerking fra stjórnum í Fjarhitafelagnum seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655