Á Breddanum: Navalnyj og vesturheimurin

Á Breddanum: Navalnyj og vesturheimurin
Í sendingini i dag verður eisini varpað ljós á familjudepilin undir Almannaverkinum, har einki virksemi hevur verið í tvey ár
Hví geva heimsleiðarar Navalnyj so nógv gætur, nú hann er deyður, verður spurt í Breddanum í dag.
 
22.02.2024 - 09:20

Fyri góðari viku síðani frættist, at kendi russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, var deyður í einum fongsli í Sibiria. 

Lond í vesturheiminum gjørdu alt fyri eitt vart við seg og søgdu, at Putin, forseti, og Kreml høvdu ábyrgdina.

Men hvør er - ella var - Navalnyj, sum kom livandi frá fleiri drápsroyndum, og hví geva heimsleiðarar honum so nógv gætur, nú hann er deyður?

Tór Marni Weihe, serkønur í russiskum viðurskiftum, sum eisini hevur búð í Russlandi, verður í útvarpsstovuni. 


Familjudepil

Í skjótt tvey ár hevur einki virksemi verið á familjudeplinum hjá Almannaverkinum, hóast fleiri áminningar og fyrispurningar frá teimum, sum arbeiða við familjum, ið hava akuttan tørv.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522