Navalnyj skuldi býtast um við russiskan leigudrápsmann

Navalnyj skuldi býtast um við russiskan leigudrápsmann
Stuðlarnir hjá Navalnyj halda, at russiski forsetin, Valdimir Putin, hevur ábyrgdina av, at Navalnyj er deyður. Men tað vísa russiskir myndugleikar aftur
Aleksej Navalnyj doyði í einum fongsli í Sibira. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
26.02.2024 - 14:08

Russiski andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj var um at vera latin leysur í býti við annan fanga, áðrenn hann doyði í revsileguni í Sibiria.

Tað siga hjálparfólk hjá Navalnyj sambært Reuters, sum NTB endurgevur.

Navalnyj skuldi býtast um við russiska leigudrápsmannin, Vadim Krasikov, sum situr fongslaður í Týsklandi. Vadim Krasikov er partur av russisku trygdartænastuni FSB, og er fonglsaður fyri lívstíð.

Sambært hjálparfólkunum var eisini tosað um, at tveir amerikanskir ríkisborgarar skuldu vera partur av býtinum.

Tað sigur Maria Pevchikh á upptøku á Youtube-rásini hjá Navalnyj.

Stuðlarnir hjá Navalnyj halda, at russiski forsetin, Valdimir Putin, hevur ábyrgdina av, at Navalnyj er deyður. Hetta hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, eisini sagt. 

Russiskir myndugleikar siga seg ikki hava dripið Navalnyj.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891