- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hølini hjá Heilbrigdi kolldømd

Undantaksloyvið hjá Heilsutrygd er bert galdandi til síðst í hesum mánaðinum.
Nevndin fyri Heilbrigdi á Velbastað fer nú at kanna og lýsa hvørjir møguleikar eru hjá stovninum at flyta í onnur høli.
5. mars var fundur millum Heilsumálaráðið og nevndina fyri Heilbrigdi. Avgjørt var á fundinum, at Heilbrigdi skal lýsa ymsar møguleikar gjøllari. Millum annað, um tað er gjørligt hjá stovninum at leiga høli, keypa hóskandi høli, byggja nýtt ella at byggja nýtt sum sjálvsognarstovnur.
Hølisviðurskiftini hjá viðgerðarstovninum Heilbrigdi á Velbastað eru ótíðarhóskandi og lúka ikki tey krøv, sum verða sett til slíkar stovnar í dag. Tað hevur Heilsutrygd staðfest, og nevndin fyri stovnin er samd í niðurstøðuni og hevur í einum skrivi boðað Heilsumálaráðnum frá hesum.
Heilbrigdi er sjálvsognarstovnur, men verður 100 prosent fíggjaður av fíggjarlógini. Stovnurin ynskir at byggja nýtt, og Tórshavnar kommuna hevur játtað grundøki á Velbastað.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, er ikki sannførd um, at einasti møguleiki er at byggja nýggjan bygning. Tískil hevur Heilsumálaráðið nú biðið um meira kunning um møguleikarnar hjá stovninum at flyta í onnur høli.
Eisini skal Heilbrigdi lýsa kostnaðin fyri at flyta í onnur høli, umframt hvussu nógv stovnurin kann selja verandi bygning fyri.
Heilsutrygd hevur givið Heilbrigdi undantaksloyvið til at reka avrúsingarstovn, hóast hølisviðurskiftini ikki eru nøktandi. Hetta undantaksloyvið gongur út síðst í mars.
Næsti fundurin millum Heilbrigdi og Heilsumálaráðið er ásettur at vera 15. mars.



























