Landsstýrið stuðlar kvinnum sum hava stevnt Danmark

Landsstýrið stuðlar kvinnum sum hava stevnt Danmark
Landsstýrið í Grønlandi stuðlar teimum 143 kvinnunum, sum hava stevnt danska statinum í snyrilsmálinum
Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna.
Mynd: Sermitsiaq  
 
08.03.2024 - 06:06

Landsstýrið í Grønlandi stuðlar teimum 143 kvinnunum, sum hava stevnt danska statinum í snyrilsmálinum.

Tað sigur Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í lógarmálum og javnstøðu, við KNR.

Hon sigur, at hon skilur væl, at tær 143 kvinnurnar vilja hava hetta málið roynt í rættinum.

Øll í Grønlandi taka undir við tí, heldur hon.

Naaja H. Nathanielsen sigur eisini, at landsstýrið tekur ikki støðu til sjálvt málið.

Landsstýrið tekur ikki politiska støðu til mál, sum eru í rættinum, sigur hon.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086