Føroysku og grønlendsku umboðini tryggja nú stjórnini meirilutan

Føroysku og grønlendsku umboðini tryggja nú stjórnini meirilutan
Mads Fuglede, fólkatingsmaður, er farin úr Vinstraflokkinum upp í Danmarksdemokratarnar, sum eru í andstøðu
Mads Fuglede er farin úr Vinstraflokkinum upp í Danmarksdemokratarnar, sum er í andstøðu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.03.2024 - 13:42

Danska stjórnin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, hevur mist innanríkispolitiska meirilutan, eftir at Mads Fuglede, fólkatingsmaður, hevur tikið seg úr Vinstraflokkinum, og er farin upp í Danmarksdemokratarnar, sum eru í andstøðu.

Sostatt eru tað nú umboðini úr Grønlandi og Føroyum, sum tryggja donsku stjórnini meiriluta.

Mads Fuglede er ónøgdur um ætlanina hjá stjórnini at leggja CO2- avgjald á landbúnaðin, og hann er eisini ónøgdur um stjórnarsamstarvið. 

Sostatt hava teir tríggir stjórnarflokkarnir, Sosialdemokratarnir, Vinstriflokkurin og Moderatarnir, 86 tingfólk eftir. 

Harumframt hevur stjórnin avtalu við uttanflokkamannin, Jon Stephensen, sum atkvøður við stjórnini.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

 

Stuðla stjórnini

Vanligt hevur verið, at umboðini úr Grønlandi og Føroyum ikki taka lut í innanríkispolitiskum málum. 

Norðuratlantisku umboðini hava kortini sagt, at tey stuðla stjórnini. Tað merkir, at stjórnin hevur meiriluta í fólkatinginum, 91 av 179 umboðum. 

Og við TV2 hava bæði Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, og Aaja Chemnitz, fólkatingskvinna fyri IA, sagt, at tær framvegis stuðla stjórnini.

- Eg vil til eina og hvørja tíð stuðla eini stjórn, sum Vinstra er partur av. Tí er einki broytt hjá mær, sigur Anna Falkenberg við danska TV2. 

Kringvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá bæði Onnu Falkenberg og Sjúrði Skaale, men tað hevur ikki eydnast. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891