- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis: EM-lutakast í manshondbólti
EM-endaspælið í 2026 verður spælt í Danmark, Norra og Svøríki, og vertslondini hava fast pláss í endaspælinum.
Harumframt hevur verandi meistarin, Frakland, eisini tryggjað sær pláss í kappingini. Kortini eru sterk lond sum Spania, Týskland og Ungarn í ovasta styrkisbólki.
Føroyska manslandsliðið í hondbólti er í góðari støðu undan lutakastinum til EM-undankappingina, sum verður seinnapartin.
Føroyar eru í næstovasta styrkisbólkinum av fýra, og tað merkir, at landsliðið sleppur undan at spæla ímóti sterkum londum sum Serbia, Póllandi og Eysturríki, tá undankappingin verður næsta ár.
Styrkismetingin:
Pottur 1: Týskland, Spania, Ungarn, Ísland, Kroatia, Slovenia, Portugal, Niðurlond
Pottur 2: Eysturríki, Montenegro, Serbia, Pólland, Kekkia, Norðurmakedonia, Føroyar, Grikkaland
Pottur 3: Bosnia Hersegovina, Slovakia, Belgia, Sveis, Rumenia, Litava, Ukraina, Italia
Pottur 4: Finnland, Ísrael, Estland, Georgia, Turkaland, Luksemborg, Kosovo, Lettland