Føroyskir filmar í vísindaligari bók

Føroyskir filmar í vísindaligari bók
Filmarnir Bye Bye Blue Bird og Dreymar við Havið eru umboðaðir í nýggjari vísindaligari bók um ungdóm og filmslist
Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað ein kapittul um tveir føroyskar filmar í vísindaligar bók
 
22.03.2024 - 19:51

Talan er um nýggja savnið, Film Landscapes of Global Youth, sum Stuart Aitken og Jacob Rowlett hava ritstjórnað.

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað kapittulin, Two Girls, Two Islands, Two Images - New Cinema in the Faroe Islands, sum lýsir ungdóm, samleika og ungdóm-til-vaksin-skiftið við støði í teimum báðum føroysku filmsverkunum.

Báðir filmarnir viðgera samansettu og truplu “ferðina” hjá tveimum ungum kvinnum á veg inn í vaksnamannalívið, tá tað snýr seg um spurningar viðvíkjandi familjubondum, trúgv, seksualiteti, frælsi og oyggjanáttúru.

Í savninum eru kapitlar, sum lýsa filmslandslagið hjá ungdómi úr mongum londum kring heimin - til dømis úr Argentina, Italia, USA, Iran og Simbabvi.

Høvundarnir eru serfrøðingar í sosiologi, antropologi, landafrøði, kynsgransking, films- og miðlavísindi og øðrum vísindagreinum, skrivar Setrið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938