650.000 kr. til yrkisleiklist

650.000 kr. til yrkisleiklist
Seks verkætlanir hava fingið stuðul. Søkt var um 1,7 milliónir kr.
Samansett mynd frá MINNISBROTI eftir dansivirkinum RIVA. Duettirnar “tveyeini” eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og “Minni: neglir klóra rygg” eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch.
 
26.03.2024 - 14:22

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024.

 

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

 

Navn á umsøkjarum

Verkætlan

Játtan

Dansivirkið Riva

Kanska ein bygd

190.000

Trín fram

Løstir - ein nýskrivaður leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið

150.000

Det Ferösche Compagnie

Trælurin

80.000

Opera.fo

Papageno

70.000

Gunnvá Zachariasen

Upphav

90.000

Leikhús Skift

Lortið út um Havnina

70.000

 

íalt

650.000

 

Tilsamans vóru níggju umsóknir, og søkt var um 1,7 mió. kr. Játtanin er 650 tús. kr.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.

Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302