Nýggj matsendirøð varpar ljós á føroyskan burðardyggan og bíligan mat

Nýggj matsendirøð varpar ljós á føroyskan burðardyggan og bíligan mat
Mett fyri minni eitur nýggja matsendirøðin, sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt. Fyrsti partur verður sendur hóskvøldið
 
02.04.2024 - 09:14

Visti tú, at tú kanst eta ókrút?

Visti tú, at tú kanst nýta blóð ístaðin fyri egg?

Visti tú, at tú kanst fara ókeypis á seiðaberg í Nólsoy?

Nógv góð og bílig mathugskot liggja goymd kring landið.

Og nøkur av teimum hevur mataktivisturin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen sett sær fyri at fáa fram í nýggjari matsendirøð, sum verður send í sjónvarpinum komandi hóskvøldini.

Hóskvøldið sendir sjónvarpið fyrsta av trimum pørtum av sendirøðini Mett fyri minni.

Mett_fyri_minnid

 

Vertur er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen. Hon er fólkalívsfrøðingur við sergrein í mati.

 

 

Hon er eisini mataktivistur og stríðist fyri at fáa føroyingar at eta føroyskan og burðardyggan mat.

Í sínum arbeiði og verkætlanum hevur hon hitt nógvar matframleiðarar kring landið, sum hava nóg góð og bílig hugskot.

 

Her vitjar hon Gunnhild Dahl Niclasen í Haraldssundi. Hon vísir, hvussu tú kanst fáa nýtt lív í eina purru.

 

Í Nólsoy henta plantuomman og verdóttirin ókrút til matna. Tær rópa tað góðkrút. Her henta tær nakrar notur at turka til pesto.

 

Her vísir kokkurin henni, hvussu tú kanst baka smákøkur burtur úr blóði.

 

Á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík vísa tey, hvussu gagnnýta matrestirnar frá vikuni.

 

Her eru tey farin á seiðaberg í Nólsoy. Har standa tráður, sum øll kunnu nýta ókeypis.

Fyrsti partur av sendirøðini Mett fyri minni verður sendur í sjónvarpinum hóskvøldið eftir Dag og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815