- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stokkut stund í Den Store Bagedyst

Tað tók 15. sesongir, áðrenn fyrsti føroyingur var at síggja í væl umtóktu sjónvarpssendingini Den store bagedyst hjá DR.
Tann heiðurin fall 34 ára gomlu Onna Røskvu Strøm Randidóttir Rødgaard, sum er ættað av Tvøroyri, men búsitandi í Keypmannahavn, í lut.
Men løtan, ið vit sluppu at njóta at hoyra suðriskar eiðir flúgva um oyruni á dønum í Den store bagedyst, bleiv eins stokkut og fyrsta kakan, ið Anna Røskva bakaði.
Einasta ordiliga kakan, ið Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard náddi at baka, áðrenn hon reyk úr kappingini (Mynd: Carsten Mol / DR.dk)
Kakan, sum skuldi vísa, hvør Anna Røskva var, ímyndaði eitt føroyskt bindimynstur við stokkum og noða, og so var hon bakað við føroyskum rabarbum. Kakan lukkaðist væl.
Men til aðru uppgávuna skuldi Anna Røskva baka smákøkur saman við einum øðrum luttakara, og her gekk av skriðuni hjá tvøroyrarkvinnuni.
Saman við Henrik Svend og Henrik Dencker endaði Anna Røskvu Strøm Randidóttir Rødgaard í vandabólkinum, har tey hvør í sínum lagi skuldu sannføra dómararnar um, at tey skuldu sleppa at halda fram í kappingini.
LES EISINI: Anna Røskva er fyrsti føroyingur í Den store bagedyst
Anna Røskva fekk óttaherðindi undir upptøkunum av Den store bagedyst, ið gjørdu tað torført hjá henni at gjøgnumføra luttøkuna (Mynd: Carsten Mol / DR.dk)
Sóljurnar blómaðu ikki
Avbjóðingin var, at tey skuldu baka seks eins kakur, sum líktust blómum í urtapottum. Tey valdu at endurgeva snjóklokkuna, sóljuna og liljuna sum køkur.
Ringast gekk tað hjá Onnu Røskvu og hennara sóljum, og úrslitið gjørdist, at hon reyk út úr Den store bagedyst.
Á sosialu miðlunum greiðir Anna Røskva frá, at hon fekk óttaherðindi undir upptøkuni.
"Eg hevði so nógvar nervar og so nógvar kenslur í kroppinum, at eg mitt í øllum fekk óttaherðindi. Tað var ein síða av upplivilsinum, ið mann ikki sær á skíggjanum. Tað var torført. Rættiliga torført. Men eg valdi at blíva standandi. Eg stríddi meg gjøgnum óttan, andaði inn og helt fram, hóast alt innan í mær hevði hug at geva upp," skrivar Anna Røskva á sosialu miðlunum.
Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard í miðjuni saman við hinum luttakarunum í Den store bagedyst (Mynd: Carsten Mol / DR.dk)
Helt lyftið til mammuna
Hóast tað ikki gekk, sum hon hevði vónað, so er Anna Røskva errin av sínari luttøku í Den store bagedyst.
"Eg eri tann fyrsti føroyingurin í Den store bagedyst. Eg kom ikki heim við tí úrsliti, ið eg hevði droymt um. Tað svíður, og tað hevði verið lygn at sagt annað. Men eg kom heim við nøkrum øðrum og týdningarmiklari: Eg helt lyftið, ið eg gav mammu mínari."
Fyri 10 árum síðani lovaði Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard mammu sínari, at hon skuldi melda seg til Den store bagedyst, sum teimum báðum dámdi so væl at hyggja eftir saman. Mamman andaðist fyri sjey árum síðani, og tað hevði ligið tungt á Onnu Røskvu at halda hetta lyftið.
Og hevði hon eisini givið sær sjálvari eitt lyfti um at gerast fyrsti føroyingur í Den store bagedyst.
LES EISINI: Anna Røskva: "Eg eri suðuroyingur, so okkurt banniorð er helst sloppið út"
At enda takkar Anna Røskva øllum teimum, ið hava fylgt við, sent boð, stuðlað sær og verið við á síðulinjuni.
"Tað hevur havt meira at siga, enn tit vita."























