Kári Johansen um farstøð: Veruligi fermetraprísurin er 35.000 kr.

Kári Johansen um farstøð: Veruligi fermetraprísurin er 35.000 kr.
Parturin, sum Tórshavnar kommuna skal rinda av nýggja havnarterminalinum, er umleið 140 milliónir kr.
Smyril Line fer at byggja nýggja farstøð á nýggja havnarlagnum í Havn, og Tórshavnar kommuna sleppur eisini at brúka ein part av bygninginum.
 
05.04.2024 - 14:45

- Tað er ikki rætt at rokna alt uppí, sum kemur aftrat byggingini av nýggju farstøðini, sum kommunan eisini fer at brúka. Tí nógv annað skal gerast á havnarøkinum, sum dýrkar íløguna munandi.

Tað sigur Kári Johansen, býráðslimur og formaður í havnarnevndini í Tórshavnar býráð.

Hann vísir aftur tí, sum ein byggikønur hevur sagt við útvarpið, um at fermetraprísurin verður 53.000 kr.

 

Kári Johansen er formaður í havnarnevndini. 

 

Parturin, sum kommunan skal rinda í sambandi við alla verkætlanina, sum Smyril Line stendur fyri, er slakar 140 mió. krónur.

- Hendan upphæddin fevnir tó um nógv meira enn teir 2.000 fermetrarnar, sum kommunan fær av sjálvum bygninginum, sigur formaðurin í havnarnevndini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

04042024_Havnarterminalur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860