Ursula von der Leyen undir trýsti

Ursula von der Leyen undir trýsti
ES-nevndarforkvinnan skal svara fyri setan av politiskum floksfelaga
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.04.2024 - 19:48


ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, er komin undir politiskt trýst.

Tað hendir eftir, at tað er komið undan kavi, at hon fyrr í ár tilnevndi ein politiskan floksfelaga til nógv eftirspurt starv, framum aðrar betri skikkaðar umsøkjarar.

Tað skrivar danska kringvarpið.

Talan er um týska ES-tingmannin Markus Pieper, sum eins og Ursula von der Leyen er úr kristinkonservativa CDU-flokkinum.

Í januar fekk hann starvið sum ES-umboðsmaður fyri smáar og millumstórar fyritøkur, og mánaðarlønin hjá honum er slakar 150.000 kr.

Talan er um nýtt starv, sum Ursula von der Leyen almannakunngjørdi í árligu ES-røðu sínari í fjør.

Málið hevur fingið fýra av mest navnframu kommisserunum at krevja frágreiðing frá Ursulu von der Leyen.

Málið kemur illa við hjá ES-nevnfarforkvinnuni, sum ætlar at taka eitt formansskeið aftrat, tá ið hetta formansskeiðið er runnið seinni í ár.

Stjórnarleiðararnir í ES tilnevna næsta ES-nevndarforfólkið, sum síðani skal góðkennast av einum meiriluta í ES-tinginum.

Val er til ES-tingið í ár. Í Danmark er valið 9. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974