Útlendingar gingu seg fastar

Útlendingar gingu seg fastar
Tað tók sjey tímar, frá tí at tveir útlendingar fóru til gongu og gingu seg fastar millum Tjørnuvík og Saksun, til teir vóru við hús aftur.
 
07.04.2024 - 09:56

Hóast vánaliga veðrið og ringa sýnið, høvdu tveir útlendingar – faðir og sonur úr Singapore – í gjár hættað sær í fjøllini til gongu úr Tjørnuvík til Saksunar.

Teir vóru farnir avstað klokkan 11.30, men tveir tímar seinni bóðu teir um hjálp, tí teir høvdu gingið seg fastar ovast á varðagøtuni.

Sýnið tá var so vánaligt, at teir bara sóu fimm metrar fram, men við hjálp frá GPS og Sundakortinum, ið hevur talmerkt allar varðarnar, blivu teir hjálptir aftur ímóti Tjørnuvík.

Men tá ið teir nærkaðust bygdini, rendu teir seg aftur fastar og máttu kroka í einum bóli, til fólk kom niðan eftir teimum og fekk teir oman til Tjørnuvíkar.

Bæði politiið, átaksleiðarin í Sunda kommunu vóru uppií at fáa teir báðar aftur til bygdar í øllum góðum.

- Teir vóru rímiliga væl fyri, hóast rennvátir og kaldir, og tá ið teir vóru komnir til hús, hevði túrurin vart í sjey tímar, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846