Í heyst fer at bera til at útflyta føroysk ross

Í heyst fer at bera til at útflyta føroysk ross
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið arbeiðir saman við landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við at seta í verk reglur, sum gera tað møguligt at útflyta føroysk ross
Fá vilja hava føroysk ross.
 
15.04.2024 - 06:12

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið arbeiðir saman við landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við at seta í verk reglur, sum gera tað møguligt at útflyta føroysk ross.

Móttakaralondini áseta reglurnar, sum síðani skulu í føroyska lóggávu. 

Miðað verður eftir, at reglurnar koma í heyst.

Ætlanin er síðani, saman við Búnaðarstovuni, at viðgera, hvussu á bestan hátt ber til at seta í verk aliætlanina, sum Búnaðarstovan, NordGen og Felagið Føroysk ross hava gjørt.

Arbeiðið umfatar millum annað bráðhald, alimiðstøð við greðingastalli, ílegugrunn og skrásetingarskipan. 

Felagið føroysk ross vitjaði morgunsendingina í farnu viku, har tey umrøddu ætlaninar. Hoyr innslagið her:

1665588
 

Leita eftir pengum 

Ikki er greitt enn, hvussu nógv hetta kostar.

Arbeitt verður at fáa til vegar fígging, so føroyska rossið verður varðveitt. 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum spurdi, hvørja ætlan landsstýrið hevur um framtíðina hjá føroyska rossinum.

Landsstýrismaðurin sigur, at ein stór avbjóðing er, at so fá vilja hava føroysk ross. 

Ein onnur avbjóðing er, at rossini krevja hóskandi lendi, og hetta er avmarkað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974