Djúpt innlit krevst

Djúpt innlit krevst
Ásannandi, at málini vinda upp á seg, har talgild tøkni verður brúkt til at skapa eftirgjørdar persónar í videobrotum, kann gerast neyðugt við serligar lóggávu á økinum.
Jógvan Páll Lassen, advokatur
 
29.04.2024 - 18:45

Dýrabiðidag var eitt eftirgjørt brot sent út, har tað sá út, sum tók danski forsætisráðharrin av bæði hvítusunnu, páskir og jól sum frídagar.

Avsendari var formaðurin í Dansk Folkeparti, Morten Messerschmidt, ið heldur ikki duldi, at hetta er skemt, ella politisk satira.

- Tað nýggja í hesum er, at tú sært okkurt, sum ikki passar. Men sum útgangsstøði skal tað hinvegin ikki vera revsivert at skemta við eitt nú politikarum, heldur Jógvan Páll Lassen, advokatur.

Neyðugt við serligari lóggávu
Hann heldur avgjørt, at brúk er fyri eini serligari lóggávu til hetta nýggja økið, sum vitlíkisøkið er.

- Vit vita ikki, hvar henda grindin kemur uppaftur, tá ið hon kavar, og tað er avgjørt neyðugt, at sovorðið ikki verður misbrúkt, sigur Jógvan Páll Lassen, sum vísir á, at vit hava yvirtikið revsirættin í Føroyum.

- Men tað er øgiliga neyðugt, at vit halla okkum uppat, hvussu tey gera aðrastaðni. Eg ivist í, um vit hava førleika og kapasitet til at fara at analysera hetta, tí eitt øgiliga djúpt innlit krevst í, hvussu hetta gongur fyri seg.

Hoyr samrøðu við Jógvan Páll Lassen:

2024-04-29-Jogvan-Pall-Lassen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523