- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stílbrot at hóma á fyrstu singluni frá Brimheim í yvir tvey ár

Yvir tvey ár eru gingin síðani Brimheim útgav nógv róstu plátuna "Ratking". Síðani hevur Brimheim gingið sína sigursgongd á danska tónleikapallinum, umframt at hon eisini hevur verið tráðspæld í donskum útvarpi.
Brimheim eisini fingið sína egnu tónleikasending á P6 hjá DR, "Gæstelisten", har hon tosar við aðrar tónleikarar um, hvat teir lurta eftir. Umframt at hon eisini hevur roynt seg sum sjónleikari í "No Rest For The Wicked", sum hon fekk nógv rós fyri.
Stílbrot
Nú er so ein spildurnýggja singlan komin frá Brimheim, "My Collection", sum er útkomin í dag. Singlan ber vitnisburð um, at Brimheim hevur skrúvað upp fyri tónlistarliga sjuntinum.
"My Collection" er eitt stílbrot í mun til tað, ið Brimheim áður hevur givið út. Talan er um ein sera vakran, organiskan og jazzutan poppsang, ið peikar aftur til 70-ára popp við eitt nú The Carpenters.
Hetta er eisini tilvitað. Í tíðindaskrivinum stendur, at "My Collection", ið er framleiddur av fasta samstarvsfelagnum hjá Brimheim, Søren Buhl Lassen úr bókinum Blaue Blume, hevur fingið íblástur við at lurta eftir tónleikinum hjá eitt nú Nick Drake, Vashti Bunyan, Karen Dalton og Scott Walker.
Tungt hoyggj
Helena Heinesen Rebensdorff, sum Brimheim í veruleikanum eitur, sigur í tíðinaskrivinum, at tað var tungt hoyggj at draga at skula skriva nýggjan tónleik eftir "Ratking".
"Eg kom ongan veg, fyrr enn 'My Collection' brádliga dagaði fram. Tað var eitt stórt gjøgnumbrot. Ein gáva frá alheiminum," ásannar hon.
"Jazzuta leiðin kom óvart á bæði Søren (Buhl Lassen) og meg, tí tað er ein tónlistarlig leið, sum eg ongantíð áður havi so mikið sum snoddað til í mínum tónleik. Hóast tað, so kendist hon sum tann mest gandakenda leiðin at ganga."
Næsta danska heimsstjørnan
Kenda danska tónleikatíðarritið Soundvenue væntar nú eisini, at Brimheim kann gerast næsta danska heimsstjørnan.
Tað vil so eisini siga, at Brimheim kann gerast næsta føroyska heimsstjørnan, tí vit eiga fult so nógv í Brimheim, sum danir gera.
Livst so spyrt.
Mynd: Jasko Bobar




























