Eivør hyggur inneftir á nýggju útgávuni

Eivør hyggur inneftir á nýggju útgávuni
Fýra sangir verða spældir beinleiðis úr Studio 5. Harumframt verður tosað um tilgongdina at gera Tungl, ið kemur út 16. oktober
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2026 - 14:48

Tungl er á mangan hátt ein mótsetningur til undanfarnu útgávuna ENN. 

Meðan ENN vendi sær úteftir og hevði eitt stórsligið og filmiskt huglag, er Tungl meira persónlig og vendir sær inneftir. 

– Hon er á ein hátt latin í myrk klæði, men er eisini full av vón og ljósi, sigur Eivør. 

Heitið sipar til mánan, sum altíð hevur hugtikið hana. Mánin er ljósið í myrkrinum og ein ímynd av teimum mótsetningum, ið eyðkenna nýggju sangirnar. 

Stórur partur av útgávuni er á føroyskum. Eivør greiðir frá, at hon ofta hoyrir á huglagnum í einum lagi, um tað skal syngjast á føroyskum ella enskum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Fýra sangir í Studio 5 

Saman við Eivør eru Tróndur Bogason, sum hevur skrivað og framleitt stóran part av nýggju útgávuni saman við henni, og Birita Dam, ið syngur kór. 

Framførslurnar eru í minimalistiskum hami. 

Á skránni eru tveir eldri sangir, Verð mín og Rain, og tveir av nýggju útgávuni, Spøkilsir og Verjugarðar. 

Eivør vísir á, at Spøkilsir snýr seg um at rúma hvørjum øðrum og teimum síðunum av okkum sjálvum, ið vit ikki altíð vísa øðrum. 

Verjugarðar er um teir múrar, vit byggja upp fyri at verja okkum, men sum samstundis kunnu halda øðrum menniskjum burtur. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Útgávukonsertir og USA-ferð 

Tungl verður hátíðarhildin við konsertum í Norðurlandahúsinum 16. og 17. oktober. Konsertin leygardag er útseld, men enn eru atgongumerki tøk til eykakonsertina fríggjakvøldið. 

Eftir konsertirnar í Føroyum gongur leiðin til Íslands, har Eivør skal spæla í Eldborg í Hørpu. Síðani bíðar ein umleið fimm vikur long konsertferð í USA. 

Hóast Eivør hevur verið virkin sum tónleikari í meira enn eitt fjórðingsøld, er hon framvegis upptikin av at finna nýggjar leiðir í tónleikinum. 

– Fyri at halda neistanum og skapargleðini livandi er tað týdningarmikið fyri meg at ganga nýggjar leiðir, segði hon.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Valdi yrkisleið á ungum árum

Fyri 26 árum síðani gjørdi Eivør av at leggja alla sína orku í tónleikin. Í dag hevur hon eina altjóða yrkisleið, sum framvegis er í vøkstri.  

Tá Eivør Pálsdóttir var 16 ára gomul, hevði hon longu sett sær eitt greitt mál. Hon ætlaði at liva av tónleiki. 

Í januar hevði Sosialurin grein við yvirskriftini Tónleik heldur enn skúla. Har var greitt frá, at unga songkvinnan eftir níggjunda flokk hevði valt at leggja alla orku í tónleikin og stríðast fyri dreyminum um eina yrkisleið sum tónleikari. 

Í dag, 26 ár seinni, hevur Eivør ferðast víða um heim við sínum tónleiki, og áhoyraraskarin uttanlands heldur fram at vaksa. 

– Eg haldi, at tað má hava okkurt við tað at gera, at mann ikki gevur upp og ikki steðgar. Tað er jú ikki altíð ein dansur á rósum, og mann skal arbeiða hart fyri tí, ásannar Eivør. 

Hon leggur dent á týdningin av at varðveita kærleikan til tónleikin og minnast, hví hon á sinni valdi hesa leiðina.

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Eivør

1837052

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040