Hondbóltslandsliðið loksins komið til Skopje

Hondbóltslandsliðið loksins komið til Skopje
Eftir tógvið stríð er hondbóltslandsliðið við monnum komið fram til norðurmakedónska høvuðsstaðin, og nú kann liðið gera seg klárt til lagnudystin sunnukvøldið
Mynd: Kenneth Jørgensen  
 
11.05.2024 - 22:53

Klokkan 23.18 lokala tíð setti leiguflogfarið hjá British Airways seg á flogvøllin í Skopje. 

Tað var trongligt umborð á leiguflogfarinum úr Billund til Norðurmakedónia. Bara pláss fyri 32 fólkum umborð og føroysku fjølmiðlarnir vóru taksamir fyri tey seks setrini, sum fullu okkum í hendi.

Á flogferðini var bæði vátt og turt at fáa. Kaffi, té, bananir, súrepli, okkurt søtt og okkurt salt, so har var einki at finnast at.


Mynd: Kenneth Jørgensen

Minni enn eitt samdøgur til lagnudystin

Flogferðslan var darvað av keðiligu veðurlíkindunum í Vágum, og tað hevur órógvað fyrireikingarnar til seinna undandystin móti Norðurmakedónia, men nú ræður um at hugsavna seg um dystin sunnukvøldið, skal HM-endaspælið í januar næsta ár gerast veruleiki.

Tað er ikki til at vita, um síðsta samdøgrið hevur sett seg í høvd og sinn hjá spælarum, tað fer avrikið í Boris Trajkovski høllini at vísa.

Men hóast nógva seinking og broyttar ferðaætlanir tykist landsliðshópurin kortini at vera við gott mót.

Beint eftir midnátt kom landsliðið á gistingarhúsið nærindis Boris Trajkovski høllina í Skopje. Nú er bara at vóna, at hópurin fær góðan og hóskandi blund í eyguni og ikki er stórvegis merktur av rokmikla degnum, sum byrjaði í Vágum klokkan 15.30 leygardagin. Og øllum brostnu ferðaætlanunum í gjár.

Landsliðið hevur onga vanliga venjing undan dystinum, men fer at hyggja at umstøðunum í høllini um middagsleitið. Dysturin byrjar klokkan 19 lokala tíð.

Tá verður vónandi eisini høvi hjá miðlunum at gera samrøður við venjarar og spælarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558