Macron vil hava 15 ára aldursmark á sosialar miðlar

Macron vil hava 15 ára aldursmark á sosialar miðlar
Talgilda verðin er tann reini frumskógur, sigur franski forsetin, sum vil hava ES-londini at seta eitt felags aldursmark á sosialar miðlar sum TikTok og Snapchat
Franski forsetin, Emmanuel Macron, heldur, at sosialir miðlar kunnu vera skaðiligir fyri børn og ung
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.05.2024 - 10:08

Franski forsetin, Emmanuel Macron, roynir nú at fáa ES-londini at samtykkja eitt felags aldursmark upp á 15 ár fyri at kunna sleppa á sosialar miðlar so sum TikTok, Snapchat og Instagram.

Sambært DR hevur Macron í seinastuni brúkt nógva tíð upp á at tosa um talgildu verðina, sum hann heldur kann vera skaðilig fyri børn og ung.

Í eini røðu í farna mánaði í sambandi við valið til Evropatingið, sum verður í juni, segði Macron millum annað, at: 

"Vit noyðast at fáa tamarhaldið aftur á lívinum hjá okkara børnum og tannáringum og seta eitt talgilt aldursmark upp á 15 ár - ikki lægri enn tað - og krevja, at talgildu pallarnir antin broyta ella steingja ávísar heimasíður."

Macron samanbar talgilda heimin við ein frumskóg.

"Er nakar, sum vil senda síni børn inn í frumskógin, tá tey eru fimm, tíggju ella tólv ára gomul? Vit fylgja teimum í skúla og lata tey upp í hendurnar á álítandi vaksnum fólkum, sum læra og útbúgva tey, og vit skipa fyri virksemi, so tey kunnu læra uppaftur meira og verða meira frígjørd. Og so, í nakrar tímar hvønn dag, lata vit dyrnar upp til frumskógin," segði Emmanuel Macron millum annað.

Í Danmark hevur dokumentarurin "Alene hjemme på nettet" frá fyrr í ár víst, at trý av fýra børnum í aldrinum 9-14 ár síggja ótespiligt tilfar á netinum, so sum ósensurerað filmsbrot við harðskapi, morði og sjálvmorði, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Karl Vidtfeldt: Beri felagið í hjartanum
187908
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762