Verkfallið: Skert virksemi á dagstovnum, og summir lata aftur

bannari
Verkfallið: Skert virksemi á dagstovnum, og summir lata aftur
Ymiskt er, hvussu dagstovnarnir um landið verða raktir av verkfallinum
Verkfallið rakar eisini dagstovnarnar. (Savnsmynd)
 
16.05.2024 - 13:09

Tað er ymiskt, hvussu dagstovnarnir eru raktir av verkfallinum. 

Í Klaksvíkar kommunu verða teir raktir, tí bæði privatur veitari og starvsfólk hjá kommununi hava ábyrgd av reingerð á stovnunum. 

Niels Juel Arge, leiðari á dagstovnaøkinum í kommununi, sigur, at dagstovnarnir steingja ikki, men í næstu viku verður virksemið skert og lagað til støðuna. 

 

Eysturkommuna

Í Eysturkommunu hava allir dagstovnar opið, og tað vera teir eisini í morgin. 

Ove Heinesen, trivnaðarleiðari í Eysturkommunu, sigur, at kommunan metir um støðuna so hvørt og tekur ein dag í senn.

 

Fuglafjørður

Í Fuglafjarðar kommunu steingir annar dagstovnurin í dag, tí eingin reingerð er.

Hin dagstovnurin tekur ímóti færri børnum í næstu viku, tí nøkur starvsfólk, sum eru í dagliga arbeiðnum, eru limir í einum av feløgunum, sum eru í verkfalli.

Og triði stovnurin, tað er dagstovnur og frítíðarskúli, steingir í næstu viku, men hevur opið aftur vikuna eftir, tí øll reingerðarfólkini eru ikki limir í fakfelag og arbeiða aðruhvørja viku, sigur Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.

 

Tvøroyri

Í Tvøroyrar kommunu stongdi vøggustovan í gjár, barnagarðurin steingir í kvøld, og frítíðarskúlin og forskúlin steingja týsdagin í næstu viku, tí reingerðarfólkini eru í verkfalli. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985