Á Breddanum: Tilflytarar hava onga rødd

Á Breddanum: Tilflytarar hava onga rødd
Millum fimm og seks prosent av fólkinum í landinum eru fólk, sum eru flutt higar úr øðrum londum, og nú eru fleiri enn 100 tjóðskapir í Føroyum
Tilflytarar í Føroyum hava onga rødd, og eru marginaliseraðir í føroyska samfelagnum, vísir nýggj kanning.(Savnsmynd)
 
23.05.2024 - 09:37

Alsamt fleiri flyta til Føroya úr øðrum londum. Millum fimm og seks prosent av fólkinum í landinum eru fólk, sum eru flutt higar úr øðrum londum, og nú eru fleiri enn 100 tjóðskapir í Føroyum. 

Men tilflytarar hava onga rødd, og eru marginaliseraðir í føroyska samfelagnum. 

Tað vísir nýggj kanning, sum er grundað á samrøður við einstaklingar og bólkar, sum umboða fólk úr 30 ymiskum londum. Haraftrat eru samrøður gjørdar við kommunur, dagstovnar og heilsuverk. 

Í Breddanum í dag viðgera vit tær avbjóðingar, sum okkara borgarar úr øðrum londum hava. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968