FAG: Semingsuppskotið hevði givið 3.000 kr. aftrat um mánaðin

bannari
FAG: Semingsuppskotið hevði givið 3.000 kr. aftrat um mánaðin
Arbeiðarafeløgini siga, at 11,13 prosent lønarhækking er ov lítið. Tey krevja í minsta lagi 10 krónur aftrat um tíman hvørt árið
Niels Winther er stjóri í Vinnuhúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.05.2024 - 10:40

11,13 prosent. 

Tað var lønarhækkingin, sum Semingsstovnurin legði upp til í semingsuppskotinum, at arbeiðararnir skuldu fáa. 

Tað stendur í skrivi, sum arbeiðsgevararnir hava kunngjørt.

Hvørki arbeiðsgevarafelagið ella arbeiðarafeløgini góðtóku semingsuppskotið.

Fyrra árið skuldi lønarhækkingin vera 6,08 prosent og seinna árið 5,05 prosent. Viðmerkjast skal tó, at eftirlønin er íroknað hesa lønarhækkingina. Hon er tilsamans 2,34 prosent, og kemur við hesum upp á 12 prosent.

Hetta hevði givið arbeiðaranum eina lønarhækking upp á umleið 3.000 krónur um mánaðin, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum:

 

23052024_Niels_Winther

 

Sonja Jógvansdóttir er samskipari í Samtaki. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, vil hava væl meira enn 11,13 prosent í lønarhækking.

Hon sigur, at arbeiðaralønin skal hækka í minst lagi 10 krónur um tíman hvørt árið:

 

23042024_Sonja


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439