Á Breddanum: Nýggja ferðavinnulógin

Á Breddanum: Nýggja ferðavinnulógin
Í sendingini spyrja vit, hvat hagafólk, ferðavinnufólk og bøndur halda um úrslitið, nú vit umsíðir hava fingið lóg um burðardygga ferðavinnu
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2024 - 08:58

So var hon loksins her: lógin um gongd í haga - ella burðardygga ferðavinnu.

Summi fegnast, onnur eru vónbrotin.

Fleiri landsstýrismenn hava roynt at fáa semju um eldfima málið, men tað gjørdist Høgni Hoydal, sum megnaði at fáa eina breiða politiska semju um lógaruppskotið um nýggja ferðavinnulóg.

24 atkvøður vóru fyri, tá lógin var endaliga samtykt.

Men hvat er tað, sum var samtykt í tinginum týsdagin? 

 

26 broytingaruppskot

Ikki færri enn 26 broytingar skuldu til, áðrenn tað eydnaðist at finna breiða politiska semju tvørtur um miðjuna.

Í Breddanum spyrja vit, hvar málið endaði, og hvat hagafólk, ferðavinnufólk og bøndur halda um úrslitið.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður eisini í sendingini.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. juni
EM tíðindi 16. juni 2024
176826
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 15. juni 2024
176776