Nú er søkt eftir stjóra til Bústaðir

Nú er søkt eftir stjóra til Bústaðir
Tað tók sína tíð, men nú er søkt eftir stjóra til Bústaðir, eftir at stýrið koyrdi Andras Róin til hús 13. februar
umsóknarfreistin er til 16. juni.
Mynd: Savn  
 
26.05.2024 - 12:57

Leitað verður eftir stjóra, sum brennir fyri at menna føroyska bústaðarmarknaðin og gera hann fjølbroyttari.

Stjórin hevur yvirskipaðu leiðsluna av Bústøðum og evstu fíggjarligu ábrygdina. Eisini skal stjórin lata stýrið í til at taka røttu avgerðirnar.

Bústaðir hava 458 leigumál í rakstri og knappar 200 bústaðir í gerð. 

Starvið verður sett skjótast til ber, og umsóknarfreistin er til 16. juni.

Virkandi stjóri hjá Bústøðum er Hjørdis Gaard Lailudóttir.

Fleiri pengar

Løgtingið samtykti í síðstu viku, at geva Bústøðum heimild at læna 350 milliónir krónur afturat at byggja fyri.

Umframt nýggju lániheimildina fáa Bústaðir eisini heimild at læna pengar uttanlands, umframt Bústaðir kunnu stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommununum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210