Allir dagstovnar kunnu lata aftur, og virksemið á skúlum verður skert

bannari
Allir dagstovnar kunnu lata aftur, og virksemið á skúlum verður skert
Havnar arbeiðskvinnufelag hevur ikki tikið støðu til undantøkini, sum Tórshavnar kommuna hevur biðið um
Verkfallið hjá arbeiðskvinnufelagnum í Havn kann hava við sær, at allir dagstovnar í høvuðsstaðnum lata aftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2024 - 13:29

Tað fer at raka flestu kommunalar stovnar í Havn, tá Havnar arbeiðskvinnufelag fer í verkfall á midnátt. 

Ein avleiðing verður, at allir dagstovnarnir fara at lata aftur, og skúlarnir fara at skerja virksemið.

 

Jóan Petur Hentze er kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fæst ikki undantaksloyvi, verður heldur ikki vaskað hjá kommunulæknunum.

Verkfallið kann eisini raka mattænasur til eldri, um undantak ikki verður givið. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

28052024_Verkfall_i_Havn

 

Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag, sigur, at tey hava framvegis ikki tikið støðu til undantøkini, sum Tórshavnar kommuna hevur biðið um. 

Altso undantøk, so vaskað verður í kommunulæknaviðtalum, tannrøktini og eldraheimum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040