Maðurin umborð: Spøkilsir í føroysku slupptíðini

Maðurin umborð: Spøkilsir í føroysku slupptíðini
Tá ið sluppirnar komu til Føroya síðst í 19indu øld, kom ein nýggj yvirnatúrlig vera til landið, sum ikki hevði verið her áður
"Maður umboð" er á skrá mikudagin 7. oktober klokkan 16.05.
 
07.10.2026 - 13:30

Fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen kannaði hetta fyribrigdið fyri 50 árum síðani. 

Tá ið føroyingar eftir 1872 keyptu enskar og skotskar sluppir og fóru undir Ísland at fiska, fylgdi annað við enn skip og reiðskapur. Í lugarum, lastini ella á dekkinum kundi ein yvirnatúrlig vera halda til. Henda vera fekk millum føroyskar fiskimenn heitið ”maðurin umborð“ ella ”lemparin“.

- Hann var kendur eisini aðrastaðni. Í Norðurlondum var hann onkuntíð róptur "skibsnisse", meðan í Týsklandi og Niðurlondum hevði hann heitið "klabautarmaðurin". Ein gamal føroyskur sluppmaður lýsti hann heilt einfalt: ”Ein ósjónligur maður, sum stundum kundi síggjast”, sigur Jóan Pauli Joensen. 

Frammanundan sluppunum brúktu føroyingar so at siga bara árabátar, og teir bátarnir vóru bundnir at aðrari fólkatrúgv, so sum Marmennilin, sjódreygil ella huldumonnum. Men við sluppunum, serliga í tíðarskeiðnum 1900-1939, mentist henda fólkatrúgvin um mannin umborð. Vanliga vóru einir 12 til 24 mans umborð, og manningin búði í lugarinum ella kahúttini. Teir komu úr ymsum bygdum, og manningar skiftu javnan skip. Á myrku náttarvaktunum og undir íslandstúrunum fluttu sagnirnar seg frá munni til munn, og so við og við komu fleiri søgur um lemparan.

 

Maðurin umborð á Falki
Falkurin lá á Tvøroyri, og bert ein maður skuldi sova umborð um náttina. Hinir vóru ikki komnir til skips. Maðurin hevði lagt seg og roykti pípu. Ein oljulampa lýsti í lugarinum. Av tí at hann frammanundan hevði hoyrt, at ein "maður" skuldi vera umborð á hesum skipi, tók hann knív við sær upp í koyggjuna.
Meðan hann liggur har, hoyrir hann onkran koma niður um stigan. Hann sær, at tað er ein maður, sum kemur beina kós móti hansara koyggju, og hann sær undarligur út. Hann væntaði tað ringasta. Hann var komin í klemmu og royndi at sleppa úr koyggjuni, men tað var lættari sagt enn gjørt, tí tað kendist sum, at "hin" vildi forða honum í at koma út. Knappliga vendi hann sær, tók knívin í aðra hondina og leyp upp um stigan á dekk bert í undirklæðum – og hin aftaná. Til alla alheims lukku hevði hann bundið bátin við liðina á skipinum. Hann var so harðliga rikin, at hann mátti høgga fangalínuna av og rógva í skundi inn at landi. Hann fór heim til skiparan og greiddi frá tí henda. Tá segði skiparin: "Er tann gamli longu byrjaður at spæla hund?"

 


Frá klabautarmanni til saltlempara

Í Evropa var klabautarmaðurin kendur fyri at hamra og banka í timbrið á skipinum. Á teimum føroysku sluppunum fekk veran harafturímóti ein heilt annan, gerandiskendan leiklut, sum passaði til arbeiðið umborð:

Hann lempaði salt: Tað vanliga var at hoyra hann lempa salt í lastini ella fiska á dekkinum um náttina. Hoyrdist hann, var tað tulkað sum fyriboðan um góðan fiskiskap dagin eftir.

Eisini fór hann upp í mastrina: Áðrenn ódnarveður brast á, sást ella hoyrdist hann fara í oljuklæðir, tryggja seglið ella fara upp í mastrina. Tá ið revað varð í ringum veðri, var mangan "ein eyka maður" uppi í mastrini.

Og so vardi hann skipið: Hann gav boð, um lanternurnar slóknaðu, ella um eitt mótgangandi skip nærkaðist í svartastu toku.

Upprunin til mannin var oftast sagdur at stava frá ógvusligum hendingum, áðrenn skipini komu í føroyskar hendur – ein ókendur deyði, ein vanlukka undir skipssmíði í Onglandi ella ein leivd av manninum var eftir umborð.

 

"Útpurring!"
Umborð á Langanesi var ein maður. Allir vistu um hann, og mangir kendu hann. Tað var á Selvogsbanka í 1916 eitt summarkvøld. Boð vórðu send aftureftir til frívaktina um at koma fram í lugarið at eta stoktan fisk. Tá ið seinasti maður var á dekkinum aftur, kom ein ókendur maður niður – í træskóm, hvítari skjurtu við selum uttaná, bláum cheviot-buksum, svørtum hári, svørtum granntrom og við rundum, bleikum andliti. Hann gekk móti koyggjunum, steig upp á bonkin, boygdi seg inn í tvær ovastu koyggjurnar, har frívaktin svav, segði "útpurring!" og leyp so upp á dekk aftur. Maðurin umborð á Langanesi var har, líka til skipið fór undir.

 


Tá ið hann leyp fyri borð á Suðringi

Hóast maðurin umborð í einstøkum førum kundi ræða einsamallar menn í lugarinum, virkaði hann næstan altíð sum ein ábyrgdarfullur verndari. Hann hevði tó ein ófrættakendan atburð: Tá ið skipið var um at ganga burtur, leyp hann í havið.

Heilar 15 frásagnir í fólkalívfrøðiligu kanningunum hjá Jóan Paula nevna, at maðurin leyp fyri borð, beint áðrenn skipið fórst ella rendi á land. Kendasta dømið er skipið Suðringur (TG 300). Hin 23. mars 1912 rendi skipið á land við Suðurlandið í Íslandi. Sambært søgnini var maðurin sæddur leypa av skipinum beint áðrenn vanlukkuna. Manningin bjargaðist øll á land, og hendingin gjørdist ein av teimum føstu og staðfestu søgnunum í føroyskari sjómanssiðvenju.

Suðringur var annars illa plágað av manninum umborð. Fult av frásagnum eru um, hvussu hann bæði var til ampa og hjálp umborð. Øll manningin visti um ókenda mannin umborð á Suðringi. 


Kvinnur og gentur vóru onkuntíð umborð

Kvinnan umborð var eisini at hoyra um av og á – til dømis genta, sum gekk aftur á sluppini Ingrid ella gentan, sum sást umborð á bilferjuni Tróndi – men hon var ongantíð partur av manningini ella arbeiðnum umborð, tí kvinnur ikki vóru partur av vanliga skipsarbeiðnum, og sóust tær bara viðhvørt.

 

Á sluppini Ingrid var sagt, at ein 12 ára gomul genta gekk aftur; søgnin visti at siga, at hon hevði verið við kaffi til pápa sín, meðan hann smíðaði skipið, tá ið ein øks datt úr einum bjálka og rakti hana í høvdið.
Bilferjan Tróndur var skip, sum Strandferðslan ognaði sær í 1974 og setti í sigling millm Havnina og Skálafjørð, seinni millum Tórshavn og Sand. Har var eisini sagt, at ein genta gekk aftur umborð. Stýrimaðurin segði seg fleiri ferðir hava sæð hana sita saman við manningini í manningarrúminum, tá ið teir ótu. Hon sat millum teir – hann sá hana, men teir sóu hana ikki. Og fleiri av monnunum umborð og ferðafólk søgdu seg hava sæð ein gentu ymsastaðni í skipinum. Søgan skuldi vera, at Tróndur var keyptur úr Noregi – tá æt skipið Smøla – og tað hoyrdist, at ein genta skuldi vera deyð umborð, meðan hann sigldi í Noregi. Tað var henda gentan, sum gekk aftur umborð á Tróndi.

 

Lurta eftir áhugaverdu sendingini Maðurin umborð, har tosað verður við fólkalívsfrøðingin Joan Paula Joensen um Lemparan – í útvarpinum mikudagin 7. oktober klokkan 16.05, og á KVF Ljóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423