Starvsfelagið fer í samhugaverkfall

bannari
Starvsfelagið fer í samhugaverkfall
Týsdagin fer ein partur av limunum hjá Starvsfelagnum í samhugaverkfall
Súni Selfoss er formaður í Starvsfelagnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.06.2024 - 14:28

 

Starvsfelagið hevur nú sent út fráboðan um samhugaverkfall við Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Samhugaverkfallið er lýst at byrja klokkan seks týsmorgunin 11. juni.

Talan er um sáttmálarnar, sum umfata sáttmálaøkið vegna Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

Samhugaverkfallið umfatar allar limir felagsins, sum eru umfataðir av omanfyri nevndu sáttmálum, skrivar Starvsfelagið í fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096