Eingin rutuflúgving í Koltur

Eingin rutuflúgving í Koltur
Tyrlupallurin í Koltri er ov lítil og manglar eisini ljós og aðra trygdarútgerð. Tí er hann ikki góðkendur til rutuflúgving og strikaður av ferðaætlanini
Tyrlupallurin í Koltri er ikki góðkendur til rutuflúgving og er tí strikaður av ferðaætlanini hjá Atlantsflog
Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt  
 
10.06.2024 - 18:44

Tyrlupallurin í Koltri er ikki góðkendur til vanliga rutuflúgving, og er tí strikaður av ferðaætlanini hjá Atlantsflogi.

Tað var gjørt frá 1. juni at rokna.

Danska Trafikstyrelsen, sum er góðkennandi myndugleikin, vísir á, at tyrlupallurin í Koltri er ov lítil, og hann hevur heldur ikki neyðugu ljósini. Hann lýkur tí ikki treytirnar fyri at vera góðkendur tyrlupallur.

Í løtuni býr eingin í Koltri. Men eftir ætlan skulu tvey fólk setast í starv sum fyristøðufólk í Koltri, freistin at søkja størvini er farin, og tey skulu eftir ætlan setast 1. juli.

Stórar ætlanir eru við Koltri. Koltursætlanin snýr seg um at gera eina antikvariska ætlan fyri oynna, har mentanar- og náttúruarvurin skal verjast og miðlast. Og herfyri var greitt, at Fríðrikur kongur vil vera verji fyri Koltursætlanini.

Tað er Landsverk, sum umsitur tyrlupallarnar í Føroyum.

Landsverk upplýsir, at ymiskir møguleikar verða í løtuni kannaðir, eittnú staðseting og kostnaður, um ein nýggjur tyrlupallur skal gerast í Koltri.

Hóast Koltur er strikað av ferðaætlanini hjá Atlantsflogi, so kann tyrlan tó lenda har.

Eitt undantak er í lóggávuni á økinum, sum sigur at tyrla kann lenda á "selvvalgte landingspladser". Undantakið kann tó bara brúkast fýra ferðir um mánaðin, og skal ikki brúkast í nakrari ferðaætlan.

Fyribils flýgur tyrlan hjá Atlantsflogi tí bara í Koltur eftir avtalu við Tjóðsavnið, sum varar av oynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985