Danmark hálvavegna viðurkent Palestina

Danmark hálvavegna viðurkent Palestina
Við at taka undir við ST-samtykt hevur Danmark viðurkent, at Palestina, sum frálíður og undir ávísum treytum, kann vera viðurkent sum sjálvstøðugt ríki, sigur løgmaður
Knappliga 150 lond hava viðurkent Palestina sum sjálvstøðugt ríki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.06.2024 - 06:30

Føroyar kunnu ikki viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki.

Bara fullveldisríki kunnu viðurkenna onnur lond sum sjálvstøðug ríki.  

Danmark er ikki komið við einari einsíðis fráboðan um at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki.

Men Danmark er millum tey 143 ST-limalondini, sum tóku undir við aðalfundarsamtykt 10. mai.

Tann samtyktin víðkar heimildirnar hjá Palestina á aðalfundi Sameindu tjóða.

Tá eg svaraði, sum eg gjørdi, so var tað tí, at eg legði til grund, at Danmark við at taka undir við hesi samtykt eisini tekur undir við, at Palestina, sum frálíður og undir ávísum treytum, kann vera viðurkent sum sjálvstøðugt ríki.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Helgi Abrahamsen, løgtingsmann.

Helgi Abrahamsen spurdi, um landsstýrið hevur viðgjørt spurningin, um Føroyar skulu viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki.

 

Danmark og Palestina

Hann spurdi eisini, hví løgmaður á tingfundi 15. mai segði, at Danmark í vikuni frammanundan viðurkendi Palestina sum ríki.

Helgi Abrahamsen spurdi, um øll almenn úttalilsi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum eru at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya.

18. desember í fjør segði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, at fortreytin fyri friði í Miðeystri er ein loysn við tveimum ríkjum.

Svarið kundi illa skiljast øðrvísi enn, at orðini hjá landsstýrismanninum vóru bæði støðutakanin og almenna fráboðanin vegna Føroyar, sigur Helgi Abrahamsen. 

Løgmaður svarar, at tá eitt aðalráð leggur eina fráboðan á sína heimasíðu, er hon yvirskipað at rokna sum ein almenn fráboðan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053