Eisini nógvir bilar á útoyggj

Eisini nógvir bilar á útoyggj
Nú eru fleiri enn 42.300 akfør skrásett í øllum landinum
Í Svínoy eru skrásett 25 akfør. (Savnsmynd)
 
13.06.2024 - 09:18

Hóast fáir kilometrar av vegi eru í oyggjunum, sum ikki er koyrandi til, so eru nógvir bilar skrásettir har.

Sambært yvirliti hjá Akstovuni vóru 42.303 akfør skrásett í Føroyum 1. juni.

Í Fugloynni vóru 47 akfør, millum annað 26 persónbilar og fýra ellisakfør.

Í Hesti vóru 11 akfør, í Mykinesi trý, tveir persónbilar og ein vøruvognur, í Nólsoy vóru skrásett 92 akfør, í Skúvoy 12, í Svínoy eru skrásett 25 akfør, og ein persónbilur er skrásettur í Stóru Dímun.

So í hesum sjey oyggjunum vóru skrásett 191 akfør 1. juni, vísa tøl fa Akstovuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541