1,5% av BTÚ fer til gransking

1,5% av BTÚ fer til gransking
Almennir stovnar og fyritøkur í Føroyum brúka munandi meira til gransking og menning á royndarstigi enn fyri 20 árum síðan, skrivar Granskingarráðið
 
29.06.2024 - 14:24

Í 2022 varð granskað fyri 376 milliónir kr. Upphæddin svarar til 1,5 prosent av BTÚ, bruttutjóðarúrtøkuni.

Tað er tó minni partur av BTÚ enn í hinum Norðurlondunum. Í Danmark eru útreiðslurnar 2,9 prosent, í Íslandi 2,7 prosent, í Noregi 1,6 prosent og í Svøríki 3,4 prosent av BTÚ.

Hóast støðan er betri enn fyri 20 árum síðan, so er enn langt á mál at røkka teimum 3 prosentunum, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.

Evroparáðið setti í ár 2000 sum mál, at londini í Evropa skuldu brúka 3 prosent av BTÚ til gransking og menning í 2010.

3 prosent er eisini tað, Ráðið fyri Gransking, Menning og Nýskapan mælir til.

Nýggju hagtølini vísa sostatt, at Føroyar enn eru langt frá málinum, skrivar Granskingarráðið.

Talið á granskarum í Føroyum er meira enn tvífaldað seinastu 20 árini. Í 2022 vórðu tilsamans 276 ársverk innan gransking og menning. 

Í 2003 vóru 131 ársverk.

Áleið líka nógvar kvinnur og menn eru granskarar, 153 menn og 123 kvinnur. 

Tó eru fleiri menn teknikarar og vísindalig hjálparfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210