Føroysk epli bert 20% av nýtsluni

Føroysk epli bert 20% av nýtsluni
Nýggjur landbúnaðarpolitikkur skal økja um føroysku grønmetisframleiðsluna
 
29.06.2024 - 17:50

Samlaða eplanýtslan í Føroyum er umleið 3.000 tons um árið, og samlaða føroyska framleiðslan av eplum er umleið 600 tons um árið, t.e. umleið 20% av nýtsluni. Skulu tað í Føroyum veltast so mikið nógv epli, at tað dekkar allan tørvin, skulu tað hvørt ár setast niður umleið 430 tons av seteplum.

Tað kemur fram í svari, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur givið Steffani Klein Poulsen, tingmanni. Í kjalarvørrinum av verkfallinum herfyri spurdi Steffan Klein Poulsen í grein 52a fyrispurningi landsstýrismannin millum annað, hvussu nógv setepli skulu setast niður, fyri at vit gerast sjálvbjargin við eplum í Føroyum.

Tølini skulu takast við fyrivarni, at tey eru 10 ára gomul. Vit hava ikki dagførd tøl um millum annað eplaframleiðslu og -brúk í Føroyum, sigur Høgni Hoydal í svarinum til Steffan Klein Poulsen.

Í svarinum vísir Høgni Hoydal eisini á, at farið er undir at gera ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, sum serliga leggur dent á at økja grønmetisframleiðsluna í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713