- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi á Setrinum hava funnið nýggja klukku
Lesandi á Setrinum hava funnið nýggja klukku
Í vikuni hava lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum verið á kanningarferð í Sandoynni, har tey funnu eina klukku, sum ikki er sæð fyrr í Føroyum

Lesandi á Náttúruvísindadeildini á lívfrøðiligari kanningarferð í Sandoynni
Mynd: Danbiller.dk
30.06.2024 - 12:43
Tey lesandi vóru á feltskeiði og settu skordýrafellur ymsastaðni kring oynna.
Og í einari fellu funnu tey eitt nýtt slag av svartaklukku (Carabidae). Hendan slektin, ið kallast Dyschirius, er ikki funnin í Føroyum áður.
Enn er ikki staðfest, hvat slag hendan svartaklukkan er, men klukkur í hesi slektini eru umleið fimm millimetrar langar, eru mjáar um miðjuna og hava staput frambein at grava við.
Allarflestu sløgini í hesi slektini liva í sandmold tætt við sjógv. Har grava tær holur at liva í og veiða smáar skildisklukkur.
Nýggja klukkan verður givin Tjóðsavninum til víðari kanningar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
RagnarRokk: Sonny Lombardozzi um A Bleeding Tree Hanging Self Destruction
212039
Nýggjastu sendingar í SV

























