Tveir bilar útav í Vágum

Tveir bilar útav í Vágum
Annar fór út av vegnum millum Bíggjar og Gásadals, og hin fór útav við Múlafoss í Gásadali
Ástøðið hjá politinum er nú, at teir, sum fóru útav í Gásadali, hava biðið hinar báðar, sum fóru útav millum Gásadals og Bíggjar, koma eftir sær. (Savnsmynd)
 
03.07.2024 - 08:31

Um fýratíðina í morgun fekk politiið fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum millum Bíggjar og Gásadals.

Tá komið var á staðið, sótu fýra menn í bilinum.

Onkur teirra sat fastur, so neyðugt var at klippa teir leysar.

Teir vóru fluttir á Landssjúkrahúsið, og blóðroyndir eru tiknar.

 

Útav við Múlafoss

Ein annar bilur var farin útav við Múlafoss í Gásadali.

Tveir menn vóru í honum, heldur politiið.

Ástøðið hjá politinum er nú, at teir, sum fóru útav í Gásadali, hava biðið hinar báðar, sum fóru útav millum Gásadals og Bíggjar, koma eftir sær. 

Teir vóru á veg úr Gásadali, tá teir fóru útav.

Menninir eru útlendingar, sum arbeiða í Føroyum.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037