Víkingur í eldin í Lettlandi

Víkingur í eldin í Lettlandi
(Savnsmynd)
 
11.07.2024 - 15:56

Klokkan fýra fór Víkingur sum triðja føroyska felagið hesa vikuna á vøllin í europeiskum undandysti.

Dysturin er í Lettlandi, har mótstøðuliðið er Daugava Liepaja, og hjálparvenjarin hjá Víkingi, Ólavur Mikkelsen, væntar ein javnan dyst:

 

11072024_Vikingur

 

Dysturin millum Víking og  Daugava Liepaja sæst her.

Hini bæði føroysku liðini í europeisku kappingunum, KÍ og B36, spældu sínar fyrru undandystir í gjárkvøldið.

KÍ vann í Champions League-kappingini á heimavølli 2-0 á Differdange úr Luksemburg, og B36, sum eins og Víkingur er við í Conference League-kappingini, tapti 2-0 fyri lettiska FK Auda.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442