Søgulig 100 metrar OL-finala við monnum

Søgulig 100 metrar OL-finala við monnum
Fyri fyrstu ferð megnaðu allir átta finalistarnir at renna 100 metra teinin uppá minni enn 10 sekund
Noah Lyles stingur snútan fram um hinar, men allir rennararnir eru við til at skriva søgu
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.08.2024 - 15:33

Olympiska finalan í 100 metra renning hjá monnum í gjár bleiv nakað heilt serligt, tí fyri fyrstu ferð megnaðu allir átta finalistarnir at renna teinin uppá minni enn 10 sekund.

Neyðugt var eisini at hyggja væl og virðiliga eftir málmyndunum, áðrenn tað bleiv staðfest, at amerikanarin Noah Lyles vann við tíðini 9,784.

Kishane Thompson av Jamaika fekk silvur við tíðini 9,789. Fred Kerley úr USA vann bronsu við tíðini 9,81.

 

Bara 12 hundraðpartar av einum sekundi vóru á muni millum nummar eitt og nummar átta.

Hetta var fyrstu ferð síðan 2004, at ein amerikanskur rennari vann 100 metra finaluna.

Usain Bolt av Jamaika eigur framvegis heimsmetið í 100 metra renning. Tað er 9,58 sekund.

Hann eigur eisini metið í 200 metrum - 19,19 sekund.

 

Roknað verður við, at Noah Lyles hevur betri møguleikar at taka tað metið enn metið á 100 metrum. Lyles er ikki tann besti startarin, men kemur upp í eina øgiliga ferð, og tí er 200 metra teinurin uppaftur betri hjá honum.

Finalan í 200 metrum verður hóskvøldið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423