Føroyingurin í Bretlandi: "Mann kennir seg ótryggan at fara út"

Føroyingurin í Bretlandi: "Mann kennir seg ótryggan at fara út"
Bergur Christensen, sum lesur í Bretlandi, har tað hevur verið sera ófriðarligt seinastu vikuna, viðgongur, at tað kennist ótrygt
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.08.2024 - 12:05

Ófriðurin, sum hevur herjað í Bretlandi seinastu vikuna, ávirkar gerandisdagin hjá fólki.

Tað sigur Bergur Christensen, sum lesur IT í Manchester í Onglandi. 

"Mann kennir seg ótryggan at fara út einsamallur," viðgongur hann. 

 

Mótmælisgongur hava verið nógvastaðni í Bretlandi, síðani ein 17 ára gamal drongur, tann 29. juli, drap tríggjar smágentur í einum kníválopi í Southport.

Drápsmaðurin sigst vera ættaður úr Rowanda. 

 

20240806_NET_OFRIDUR_BRETLAND

 

Í gjárskvøldið og í nátt hevur verið sera ófriðarligt í fleiri bretskum býum, og nógv fólk eru eisini álopin. 

 

Tað eru tveir bólkar, sum eru úti í gøtunum og mótmæla. Tað eru tey, sum hava samhuga við innflytarum, og so eru tað tey, sum eru ímóti tilflyting. 

Nógvir politistar eru skaddir í samanbrestum, og sambært Bergi Christensen, so kenna fólk seg ótrygg og tora illa út einsamøll.

 

Mælt verður fólki frá at fara inn í miðbýirnar. 

Hoyr samrøðuna við Berg Christensen. 

 

Ofridur_i_Bretlandi_RAETTAD

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763