Umhugsa at lata gøtuna út í Mykineshólm uppaftur

Umhugsa at lata gøtuna út í Mykineshólm uppaftur
Einaferð í heyst fara hagaptarnir í Mykinesi at taka støðu til, um gøtan, sum hevur verið stongt síðan 2021, skal latast uppaftur
Tey leggja stóran dent á at verja lundan í størsta lundalandinum í Føroyum, sum er í Mykinesi
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
11.08.2024 - 16:10

Tað er ikki óhugsandi, at fólk aftur sleppa at ganga út í Mykineshólm.

- Men verður tað avgerðin, so verður tað í ógvuliga avmarkaðum tali, fyri at verja fuglin, sigur Finn Hansen, sum er hagastýrisformaður í Lambanum, har størsta lundalandið í Føroyum er. Avgerðin er ikki tikin, men verður ivaleyst tikin í heyst.

Gøtan varð stongd í 2021, fyrst tí ein nýggj brúgv skuldi gerast út í Mykineshólm og seinni tá tað rapaði oman yvir gøtuna, sum liggur í Lambanum, sum er størsta lundaland í Føroyum.

Síðan tá eru eingi ferðafólk sloppin út í hólman, men tað verður kanska møguligt aftur. 

Men har eru ymisk fyrilit at taka, sigur hagastýrisformaðurin, sum fyrst og fremst vísir á fuglin, lundan, sum er í Lambanum, beint har, sum gøtan gongur. 

Eitt annað fyrilit, sum vendir øvutan veg, er at tað er øgiliga náttúruvakurt í hólmanum, og tað er ein av orsøkunum til, at eigararnir umhugsa aftur at loyva fólki at ganga út í hólman.

- Tað eru fleiri, sum vilja sleppa út við smærri bólkum, og verður gjørt av at lata gøtuna uppaftur, so verður tað gjørt í avmarkaðum tali, sigur Finn Hansen.

 

Finn_Hansen_um_at_lata_gotuna_uppaftur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862