Kynsneutral vesi í Íslandi

Kynsneutral vesi í Íslandi
Almenn vesi í Íslandi skulu ikki longur vera býtt eftir kyni, men heldur eftir hentleikum, sigur nýggj íslendsk reglugerð
Mynd: Shutterstock.com  
 
15.08.2024 - 09:42

Í Íslandi verður tað nú krav eisini at hava kynsneutral vesi, har vesi frammanundan eru tilskilað hvør sær til mannfólk og konufólk.

Tað sigur ein nýggj íslendsk reglugerð, sum eisini eggjar til, at almenn vesi ikki longur skulu vera býtt eftir kyni, men heldur eftir hentleikum. 

So í staðin fyri eyðkendu myndskeltini av einum manni ella eini kvinnu á vesihurðini skulu tað heldur vera myndskelti av til dømis vesikummum, pissirennum, skiftingarrúmum og skiftiborðum.

Íslendska kringvarpið RÚV skrivar, at reglugerðin er galdandi fyri eitt nú skúlar, svimjihallir, sølumiðstøðir, matstovur og biografar.

Mett verður, at tað ikki fer at vera so trupult at halda reglugerðina, tí nógvastaðni í Íslandi er man longu farin frá at hava vesi, sum bert eru fyri eitt kyn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938