Rýmdi undan politinum og leyp á sjógv

Rýmdi undan politinum og leyp á sjógv
Maðurin, sum er undir illgruna, rýmdi av staðnum og fór við Ternuni til Havnar. Tá politiið skal handtaka mannin á havnarlagnum í Havn, loypur hann á sjógv
Savn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.08.2024 - 09:35

Fólk hevur verið á regatta og ovastevnu um vikuskiftið. Sambært fyriskiparunum av ovastevnu vóru nógv fólk í Nólsoy.

Klokkan 05.30 sigldi Ternan síðstu stevnugestirnar um fjørðin til Havnar.

Veðrið var einki serligt í gjár. Svimjingin um Nólsoyarfjørð var avlýst fyri veður.

Regettasiglingin, sum byrjar á Eiði og plagar at enda í Nólsoy, var eisini skerd av veðrinum, siga fyriskipararnir. Bátarnir vóru ikki so nógvir á ovastevnu í ár.

Sambært politinum hevur verið nokk at gera í nátt.

Í Klaksvík var rok í nátt, sigur vakthavandi á politistøðini. Tveir menn vóru í hornatøkum. Menninir fáa sekt fyri at bróta skilhaldsreglurnar, ella politiviðtøkuna.

Sum vanligt er, hevði politiið fólk í Nólsoy til ovastevnuna.

Har fekk politiið eina fráboðan um herverk og hóttanir. Men tá politiið kemur á staðið, er maðurin, sum er undir illgruna, rýmdur við Ternuni til Havnar. Politiið bíðar eftir manninum á havnarlagnum á Eystaru Bryggju í Havn.

Men tá maðurin skuldi handtakast, loypur hann á sjógv.

Alt spældi kortini væl av, og politiið hevur fingið fatur í manninum. Nú verður málið viðgjørt, um maðurin skal fyri rættin, og um ætlanin er at varðhaldsfongsla hann.

Hugsaði gerningsmaðurin hevði hótt eitt fólk í Nólsoy og brúkt vápn.

Politiið fekk eisini fráboðan um eitt annað harðskapsmál í Nólsoy. Hesa ferð var talan um grovan harðskap og hóttanir.

Politiið sigur seg vita, hvør maðurin er. Hann verður skuldsettur og avhoyrdur seinni í dag.

Eisini skulu vitnir avhoyrast.

Tann, sum maðurin framdi harðskap ímóti, fekk eitt sindur av skaða í andlitið og var ein túr á Landssjúkrahúsinum.

Ferðslukanningar
Ferðslukanningar vóru eisini gjørdar við Norðskála og Oyrabakka fyrrapartin í gjár.

Har fekk ein bilførari klipp fyri at brúka telefon, meðan hann koyrdi.

Revsingin fyri tað er herd. Hon er nú klipp í koyrikortið og 1.500 kr. í sekt.

Ein annar bilførari fekk treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480