Kostar 20 milliónir at dagføra søvnini hjá Kringvarpinum

Kostar 20 milliónir at dagføra søvnini hjá Kringvarpinum
Søvnini eru tríggjar ferðir størri enn tað, sum var í Savnsgullverkætlanini, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum
Í Savnsgulli var tilfar hjá Kringvarpinum frá 1957 til stutt eftir aldarskiftið. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.08.2024 - 13:14

Tað fer leysliga mett at kosta 20 mió. kr. at dagføra øll søvnini hjá Kringvarpinum.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Hon svarar Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum spurdi, nær talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum verður atkomuligt hjá almenninginum.

Landsstýriskvinnan sigur, at arbeitt verður við málinum.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur svarað fyrispurningi um søvnini í Kringvarpinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Søvnini nógv størri

Hon sigur eisini, at søvnini hjá Kringvarpinum eru nógv størri enn tað, sum var í Savnsgullverkætlanini. 

Tað er okkurt um tríggjar ferðir so stórt.

Í Savnsgulli var tilfar hjá Kringvarpinum frá 1957 til stutt eftir aldarskiftið. 

 

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, spurdi um talgilda bandasavnið í Kringvarpinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Liðugt í 2028/29

Arbeiðið við at dagføra søvnini verður ætlandi liðugt í 2028/29. 

Nógv arbeiði og nógv skráseting skal gerast við sjálvt tilfarið, áðrenn bandasavnið kann gerast alment, sigur Sirið Stenberg. 

Haraftrat kemur spurningurin um upphavsrætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329