Tvey føroysk børn á samdøgurstovni í Danmark

Tvey føroysk børn á samdøgurstovni í Danmark
Árini 2019 til 2022 vóru tilsamans 25 føroysk børn og ung á samdøgurstovni
Síðani 2015 hevur Almannaverkið skipað 17 nýggj pláss á bú- og viðgerðarstovni í Føroyum.
 
19.08.2024 - 08:41

Tvey føroysk børn eru í løtuni á samdøgursstovni í Danmark sambært barnaverndarlógini.

Í fjør vóru fýra børn á samdøgursstovni.

Árini 2019 til 2022 vóru tilsamans 25 føroysk børn og ung á samdøgurstovni.

Viðmerkjast skal, at uppihaldið hjá hvørjum einstøkum í flestu førum gongur yvir um ár.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.

Føroya Kærustovnur tekur avgerð um pláss á samdøgursstovni. Seinastu fýra árini eru komnir tveir samdøgursstovnar í Føroyum.

 

LIljan Weihe, løgtingskvinna, hevur fingið svar frá landsstýrisfólkunum Djóna Nolsøe Joensen og Sirið Stenberg. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

19 fólk á bú- og viðgerðarstovni í Danmark

Frá 2019 til 2023 hava 19 fólk verið á bú- og viðgerðarstovni í Danmark.

Landið rindar góðar 48,3 mió. kr. fyri tey. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.

22 ungdómar eru farnir í skúla í Danmark sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk frá 2019 til 2023.

Síðani 2015 hevur Almannaverkið skipað 17 nýggj pláss á bú- og viðgerðarstovni í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961