Løgmaður: Miðfyrisitingin kostar minni nú

Løgmaður: Miðfyrisitingin kostar minni nú
Aksel V. Johannesen hevur svarað fyrispurningi frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni
Aðalráðini rindaðu 88,5 mió. kr. í lønum í fjør og 85,6 milliónir í 2022, upplýsir løgmaður.
 
23.08.2024 - 08:15

Miðfyrisitingin kostar minni nú enn fyri fimm árum síðani, tá hugsað verður um allan rakstur landskassans, sigur løgmaður.

Hann sigur, at miðfyrisitingin er hvørki vaksin ella minkað í tíðarskeiðinum 2019 til 2023.

Aksel V. Johannesen sigur, at útreiðslurnar til miðfyrisitingina eru minkandi samanbornar við allar rakstrarútreiðslur landskassans. 

Í 2019 kostaði miðfyrisitingin 2,08 prosent av øllum rakstrarútreiðslum landskassans. Hon kostaði 1,86 prosent í fjør.

Aðalráðini kostaðu sjey milliónir krónur meira í fjør enn í 2022. Tey kostaðu 118 milliónir í fjør og 111 milliónir í 2022.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann.

 

Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Bárði á Steig Nielsen um miðfyrisitingina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ársverkini tey somu

Samgongan hjá løgmanni kom beint fyri jól í 2022.

Í 2019 kostaðu aðalráðini góðar 103 milliónir.

Men ársverkini í miðfyrisitingini eru á leið tey somu nú sum undanfarin ár. Tey vóru 127,6 í fjør, tað sama sum í 2019, og 128,4 í 2022.

Í 2020 vóru tey 129,5.

Aðalráðini rindaðu 88,5 mió. kr. í lønum í fjør og 85,6 milliónir í 2022. Í 2019 vóru lønirnar 78 mió. kr.

Løgmaður sigur, at serliga í 2023 vóru lønarhækkingarnar stórar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846