Kampus: Eingin heildarætlan og eingin fígging

Kampus: Eingin heildarætlan og eingin fígging
Enn vantar ein heildarætlan fyri alt Seturskampusið, sum skal byggjast á Frælsinum í Havn. Heildarprísurin fer at liggja um 1,2 milliardir krónur
 
05.09.2024 - 19:26

Nú seturskampus skal gerast á Frælsinum í Havn, so er nógv arbeiði sett í gongd. Í løtuni verður lon 5 høvuðsumvæld, og tá ið tað arbeiðið er liðugt, so verður farið víðari við verkætlanini at høvuðsumvæla restina av skúlabygningunum á Frælsinum, tað vil siga gamla Venjingarskúlan og Læraraskúlan.

Hendan byggiætlanin verður í nøkrum stigum, hetta til 2029, og eru mett at kosta 144 mió. krónur.

Umframt hetta hevur Landsverk skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henning Larsen North Atlantic fyri 31 milliónir krónur um at projektera nýggja felagsbygningin hjá Setrinum, sum skal savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, sum fevnir um økið á Frælsinum og økið á Debesartrøð.  

Enn vantar ein heildarætlan fyri allar setursbygningarnar og bygging at verða gjørd felagsbygning, sum verður grundarlagið fyri framhaldandi arbeiði, men Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur at ein heildarætlan er á veg.

Mánadagin legði Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram, og í íløguætlanunum fyri tey næstu 15 árini stendur at lesa, at Búskaparráðið metir, at eitt Seturskampus fer at kosta 1,2 milliardir krónur. 

Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika fíggjarlógina fyri komandi ár, men landsstýrismaðurin kann ikki seta tal á, hvussu nógvar pengar skulu setast av til eitt seturskampus. 

Landsstýrismaðurin hevur góðar vónir, at Seturkampusið fer at standa liðugt bygt um fýra-fimm ár.

 

Seturskampus

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985